Skilagóðar loysnir

Stýr er ein ráðgevarafyritøka við servitan um KT og fíggjarstýring. Kjarnan í virkseminum hjá Stýr er KT-skipanirnar frá Microsoft, so sum Business Central, Office 365, Power-BI og fleiri. Samansetingin av okkara starvsfólkahópi eru mennarar og fíggjarfrøðingar, sum hava nógvar royndir við Business Central.

Virkisgrundarlag

Stýr Sp/f varð stovnað, tí tørvur var á nýggjum Microsoft Business Central veitara í Føroyum, sum av heilum huga savnar seg um hesi virkisøki.

 

Fyri okkum er tað avgerandi, at okkara veitingar skapa eitt veruligt virði fyri kundar okkara. Hetta er tann meginreglan, sum alt okkara virksemi byggir á. Hetta merkir m.a:

  • at virði av eini veiting altíð skal vera væl hægri enn kostnaðurin
  • at kundin sum skjótast skal merkja fyrimunir av veitingini
  • at veitingin skal geva kundanum ítøkiligar batar, sum síggjast aftur í rakstrinum

 

Kann ein uppgáva ikki loysast sambært hesi meginreglu, fara vit ikki undir hana.

Søgan

Stýr Sp/f varð stovnað í 2011 av Snæbjørn B. Jacobsen við Dynateam A/S sum medstovnara. Fyrstu árini var navnið á fyritøkuni Dynateam. Í 2016 varð ognarluturin hjá Dynateam A/S keyptur av føroysku eigarunum, soleiðis at Stýr Sp/f nú er 100% á føroyskum hondum.

 

Í tráð við at felagið bleiv 100% føroyskt, bleiv samleikin hjá felagnum endurnýggjaður. Í dag eitur felagið Stýr Sp/f.

 

Síðan stovnanina hevur tað verið eyðsæð, at tað var tørvur á einum nýggjum Business Central veitara. Stýr hevur verið í støðugum vøkstri, og í dag er starvsfólkahópurin 21 ráðgevar/mennarar.