CAPTURE WORKFLOW

ÍSKOYTISLOYSN TIL BUSINESS CENTRAL

 

Fá skjalagoymsluna talgilt inn í Microsoft Dynamics 365 Business Central og harvið eisini møguleikan at handfara góðkenning av øllum rokningum í einari og somu skipan. Við hesum kanst tú flyta stýringina av, hvussu skjøl verða góðkend út til einstaka góðkennaran, óansæð hvar í heiminum viðkomandi er staddur. Hetta er við til at tryggja besta skjalaflóðið.

Vátta rokningar og onnur skjøl
  • Á teldu
  • Á teldli
  • Á snildfon
Váttan av øllum skjalasløgum
  • Innkomandi fakturar
  • Søluordrar
  • Debitorstovnan
  • Kassakladdur
  • Og annað

FERÐAAVROKNING

ÍSKOYTISLOYSN TIL BUSINESS CENTRAL

 

Hvør kennir ikki støðuna, har bókhaldið biður um eina kvittan og so er hon burturmist? Stýr hevur eina ískyotisloysn, sum lættir um og talgildir ferðaavrokning og aðrar kvittanir, sum starvsfólk hava skyldu at lata bókhaldinum. Við Ferðaavrokning kann alt hetta gerast á fartelefonini, meðan tú ert á ferð og gevur tær eitt fullfíggjað yvirlit yvir útreiðslurnar hjá fyritøkuni, beinleiðis í NAV.

Stýr Sp/f

  • Undir Bryggjubakka 13

    100 Tórshavn

  • +298 551 550
  • styr@styr.fo

Tíðindabræv

Melda til