BUSINESS CENTRAL

VILT TÚ HAVA STÝR UPP Á TINGINI?

 

Business Central (BC) frá Microsoft er millum mest vælumtóktu KT-skipanir til fíggjarstýring á marknaðinum og er eisini kjarnan í virkseminum hjá Stýr. Fyri nógv feløg er BC grundarlagið fyri allari stýringini av felagnum. Millum annað:

  • Fíggjarbókhald
  • Goymsla
  • Kundar
  • Veitarar
  • Sakir

Ein styrki við BC er, at tað er sera lagaligt og kann tillagast til tørvin hjá tí einstaka felagnum. Eisini eru nógv loysnir, ið kunnu leggjast afturat BC. Millum annað:

  • Integratión til fíggjargreining (Power-BI)
  • Integratión til nethandil (Magento og WordPress)
  • POS sølu (NP-Retail)
  • Aðrar sergjørdar integratiónir eftir ynski

Hjá Stýr hava vit nógvar royndir við sergjørdum tillagingum og hava tí ment ískoytisloysnir til føroysk viðurskifti:

  • Integratión til tolling hjá TAKS
  • Integratión til innlesing av bankaskjølum
  • Integratión til lønar- og tímaskráseting (Nema Tíð)

Tú kanst lesa meiri um allar okkara ískoytisloysnir her.

 

Tann nýggjasta versiónin av BC er á cloud, sum merkir, at øll hosting er hjá Microsoft. Hetta inniber, at tann einstaka fyritøkan ikki skal taka sær av servarum, trygd og dagføringum. Samstundis er BC blivin ein browser-basera skipan, sum merkir, at hon kann nýtast á øllum eindum; teldlum, telefonum og teldum.

 

Vilt tú vita meiri um BC og hvussu skipanin kann nøkta tykkara tørv, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara og vit kunnu vísa tykkum skipanina.

 

Eisini kanst tú royna eina demo-versión frá Microsoft, har tú kanst tú fáa eina kenslu av at arbeiða í skipanini. Tilmelda teg til eina demo her.