Loysnir
JET REPORTS
LEIÐSLUKUNNING
Troyttur av at klippa og klistra data úr Business Central til Excel? So skalt tú síggja, hvussu lætt tað kann gerast við Jet Reports. Stýr er fremst í Føroyum við Jet Reports. Vit vóru fyrstir at bjóða hesa loysn og hava millum størstu fyritøkur í landinum sum kundar á hesum øki.
Við leiðslukunning skilja vit tað, sum ofta verður nevnt Business Intelligence ella BI. Okkara veitingar á hesum virkisøki eru grundaðar á vanliga Microsoft tøkni, sum MS-SQL dátugrunnin, Excel og Jet Reports.
Jet Reports er eitt nýbrot fyri allar leiðarar, sum taka avgerðir við støði í roknskaparupplýsingum úr Business Central. Talan er veruliga um eitt nýbrot av tveimum grundum:
- Amboðið byggir á Excel og er skjótt og lætt at arbeiða við
- Prísurin er so lágur, at allir Business Central kundar kunnu verða við
Jet Reports lesur úr Business Central talvunum og leggur upplýsingarnar í Microsoft Excel. Jet Reports er eitt plug-in til Excel og alt arbeiðið verður gjørt í vælkenda Excel. Tá ið tú hevur gjørt eina rapport, kanst tú altíð dagføra hana við nýggjastu tølum úr Business Central við at trýsta á dagfør knøttin (Refresh ella Opdater).
Jet Reports fæst í trimum útgávum: Express, Essentials og Enterprise. Jet Reports Express fæst ókeypis til Microsoft Dynamics frá útgávu 2009.
