POWER BI

LEIÐSLUKUNNING

 

Hvat er Power BI?

Microsoft Power BI er eitt leiðslukunningaramboð, sum kann savna dátur frá alskyns keldum m.a. Business Central/Dynamics NAV, SQL, Excel, Google Analytics o.a. Power BI verður nýtt til at viðgerða og greina dátur á ein brúkaravinarligan hátt. Hesar greiningar verða gjørdar til úrrit (rapportir) og kunningarbretti (dashboards), sum kunnu lutast við starvsfelagar og onnur.

Niðanfyri er eitt interaktivt dømi um eina rapport til goymslu. Leinkja til rapport í fullari stødd her.

Hví Power BI?

Við Power BI fæst innlit í viðurskifti, sum annars hava ligið sum goymdar upplýsingar ella sum tørva nýtt lív. Hesi innlit geva betri yvirlit, sum tá samanum kemur kunnu brúkast til at taka betri leiðsluavgerðir, sum eru stuðlaðar av dátum í staðin fyri av varhuga.

Power BI hevur verið marknaðarleiðandi amboðið innan leiðslukunning (Business Intelligence) í fleiri ár. Við nýskapandi evnum innan visualisering við samvirknum kunningarbrettum, kann amboðið veita feskastu lyklatølini, sum geva eina greiða mynd av virkseminum í fyritøkuni.

Lyklatøl og greiningar av sølu, rakstri, goymslu, íløgum og verkætlanum eru nøkur av teimum mest eftirspurdu úrritunum, sum vit merkja innan leiðslukunning. Hesi úrrit og kunningarbretti kunnu nýtast á alskyns eindum, m.a. á teldum, teldlum, snildfonum og skíggjum.

Er Business Central/Dynamics NAV frammanundan ein partur av fyritøkuni, liggur tað beint til høgra beini at byrja at fáa nærri innlit í virksemi við leiðslukunning við Power BI.

Niðanfyri er eitt dømi við einari sølurapport. Leinkja til rapport í fullari stødd her.

Stýr Sp/f

  • Undir Bryggjubakka 13

    100 Tórshavn

  • +298 551 550
  • styr@styr.fo

Tíðindabræv

Melda til