POWER APPS

Power Apps er ein menningarpallur, sum loyvir brúkaranum at menna appir júst til sín tørv uttan at vera professionellur forritari. Power Apps er ein partur av Power Platforminum hjá Microsoft, sum eisini fevnir um Power BI, Power Automate, Power Pages og Power Virtual Agents.

 

Fyrimunir við Power Apps

Við Power Apps er møguligt at broyta tíðarkrevjandi og óliðiligar mannagongdir, sum kunnu vera merktar av feilum, til effektivar, talgildar mannagongdir. Samstundis kann sleppast undan fløskuhálsum, og arbeiðið gerst lættari. Úrslitið er betri úrtøka, betri arbeiðslag og glaðari starvsfólk. Við møguleikum fyri “drag-and-drop” og einklum funkum er skjótt at koma frá hugskoti til app, sum ger gerandisdagin lættari. Til ber at byggja appir oman á alskyns skipanir.Dømir um skipanir og tænastur, sum lættliga kunnu veita dátur til Power Apps, eru Business Central/NAV, SharePoint, Dataverse, Excel, Outlook og SQL server.

 

Bert hugflogið setir mørkini fyri, hvørjar uppgávur tú kanst loysa við Power Apps. Her eru nøkur dømir um appir, sum eru væl egnaðar til Power Apps:

  • Vørubílegging við innbygdum skannara
  • Handfaring av útleggum og kvittanum
  • Tímaskráseting
  • Umsjón av bygningum o.l.
  • Endurrindan fyri koyring við egnum bili

 

Power Apps kunnu nýtast á telefonum, teldlum, teldum og øðrum skýggjum.

 

Kom í gongd

Hevur hetta tykkara áhuga, eru tit vælkomin at venda tykkum til okkara ráðgevar á økinum, sum dagliga veita ráðgeving um og menna appir saman við kundum okkara. Ráðgevarnir eru altíð klárir at sýna fram og taka eitt óbindandi Power Apps prát.