Loysnir

Møguleikar

ABC OPTIMIZER

ÍSKOYTISLOYSN TIL BUSINESS CENTRAL

 

Optimera goymslu við betri innkeypsstýring

Við ABC Optimizer, sleppa tit burtur frá strategiini “one-size-fits-all”. ABC-greiningin verður brúkt til at bólka vørurnar og gevur møguleikar fyri at differentiera stýringini av vørunum.

  • Eitt leiðsluamboð til at gera KPI frágreiðingar, stýring av vørum og samráðingar við veitarar
  • Eitt taktiskt amboð til at eyðmerkja deyðar vørur
  • Lægri kapitalbinding og hægri veitingarstøði
  • Størri umsetning og betri vinning

Innkeypsgreiningin ásetir endurbíleggingarstað og ordrastødd útfrá ABC-greiningini og ásettu tænastustigunum fyri hvønn bólk. Við innkeypsloysnini verður røtt raðfesting av vørum tryggjað, og greiningin gevur eina sunna goymslu, høga trygd fyri vøruútbering og størri virkisføri. Hetta ber við sær betri tænastuveiting og økt nøgdsemi hjá viðskiftafólkum.

Er Business Central frammanundan ein partur av fyritøkuni, er upplæringartíðin minimal, og starvsfólk tykkara læra skjótt at meistra loysnina.