Stýr hevur staðið ISAE 3402 typu 1 KT grannskoðanina. 

Í 2024 varð avgjørt at fara undir at verkseta trygdarskipan, sum fylgir ISO 27001, KT trygd felagsins at frama. Hetta er nú komið upp á pláss, og ein KT grannskoðan, frá løggilda grannskoðaranum Januar, staðfestir, at Stýr lýkur øll krøv til ISAE 3402 typu 1 góðkenning. Hetta er ein altjóða viðurkendur standardur, ið tryggjar, at greið støða er tikin til KT-trygdartiltøk og eftirlitsskipanir í breiðari merking. 

Serliga hevur uppgávan verið merkt av at skjalfesta verandi trygdarfyriskipanir, men eisini eru nýggjar mentar. Hetta hevur alstóran týdning fyri kundar og samstarvsfelagar, sum við hesum kunnu verða sannførdir um, at KT trygd verður tikin í størsta álvara og er mett væl skipað, av triðjaparti. 

Snæbjørn B. Jacobsen, Stjóri, sigur soleiðis: «Tað var gott at fáa KT grannskoðanina, frá Januar, tí hóast KT trygd altíð hevur verið høgt raðfest hjá Stýr, kunnu vit nú skjalfesta, at vit lúka krøvini sambært altjóða ISAE3402 typu 1 standardinum. Vit liva í einum broytiligum heimi, og tí mugu vit altíð vera dagførd á trygdarøkinum og kunna skjalfesta hetta. Tað er ikki nóg mikið at vera í oddinum á sjálvari tøknini, hóast hetta er tað, sum drívur okkum fram. KT grannskoðan er eisini eitt vaksandi ynski frá kundum okkara.» 

Tíðindi