Frá vinstru: Rói Jacobsen, nýggjur stjóri, Símun Absalonsen, nevndarformaður og Snæbjørn B. Jacobsen, fráfarandi stjóri

Eftir at hava staðið á odda fyri Stýr, síðani stovnanina í 2011, letur Snæbjørn B. Jacobsen nú stjórasessin víðari. Frá í dag at rokna, tekur Rói Jacobsen við sum stjóri í felagnum. 

  

Leiðsluskiftið kemur eftir eitt sera virkið tíðarskeið hjá Stýr. Seinnu árini hevur felagið flutt nærum allar kundar sínar yvir á cloud-loysnir, fingið nýggj og nútímans høli á Óðinshædd 9 og endurnýggjað búmerkið, sum part av menningini av felagnum. Samstundis hevur menningin av vitlíki skapt nýggjar møguleikar og krøv hjá bæði kundum og ráðgevum. 

  

– “Eg eri sera fegin um, at vit hava rokkið fleiri av teimum málunum, sum vit settu okkum. Mestsum allir kundar okkara eru nú í cloud, vit eru flutt í nýggj høli, og vit hava fingið eitt búmerki, sum betri umboðar tað felagið, vit eru í dag. Nú standa vit øll framman fyri einari nýggjari tøkniligari kollvelting við vitlíki, og tí kennist hetta sum rætta løtan at lata stjórastafettina víðari til Róa” sigur Snæbjørn B. Jacobsen. 

  

Rói Jacobsen, sum hevur verið rakstrarleiðari síðani 2019, takkar fyri álitið og gleðir seg til uppgávuna. 

 

– “Eg eri bæði takksamur og eyðmjúkur fyri álitið, sum mær er sýnt. Stýr stendur á einum sera sterkum grundarlagi, og eg gleði meg at arbeiða víðari, saman við okkara dugnaligu starvsfólkum, kundum og samstarvsfeløgum. Vit vilja framhaldandi vera tann álítandi samstarvsparturin, sum hjálpir kundunum at gagnnýta møguleikarnar, ið talgilding og vitlíki skapa,” sigur Rói Jacobsen. 

  

Leiðsluskiftið broytir ikki dagliga samstarvið við kundar og samstarvsfelagar. Stýr heldur fram við sama fokus á ráðgeving, tænastu og framtíðartryggar loysnir. 

Tíðindi