Lestrarstarv innan loysnir frá Microsoft
Stýr stendur í vøkstri og vit taka væl ímóti umsóknum frá lesandi. Tað er ymiskt júst nær tørvurin er til staðar, men vit vilja fegnir hoyra frá tær.
Tey formligu viðurskiftini, so sum arbeiðstíðir, tímatal og stað valdast umsøkjaran. Tað kundi millum annað verið:
· 15-20 tímar um vikuna á skrivstovuni Undir Bryggjubakka
· Fulla tíð í summar- og jólaferium
· Uppgávur eftir tørvi við fjarstøðu um tú ert lesandi uttanlands
Stýr veitir loysnir og tænastur, grundaðar á MS Dynamics 365 Business Central. Vit hava ment fleiri ískoytisloysnir til Business Central standard skipanina og hava fleiri enn 200 virknar kundar í Føroyum og í Danmark. Okkara ískoytisloysn Easy Collection hevur staðið Certified for Microsoft Dynamics góðkenningina og sølan uttanlands hevur tikið dik á seg.
Tú
· Hevur áhugað at læra um loysnir frá Microsoft. Til dømis, Business Central, Power BI, Azure og annað.
· Vilt tú vita meiri um arbeiðsgongdir innan eitt nú: Keyp, sølu og CRM, goymslu, bókhald og roknskap.
· Hevur hegni og hug at fáast við KT loysnir.
· Ert fyrikomandi og hevur jaligt lyndi
· Ert undir lestri á bachelorstigi ella hægri innan KT, búskapi ella øðrum viðkomandi á Setrinum, ITU, CBS, KU ella líknandi lærustovni.
Vit bjóða tær
· Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
· Ein fjølbroyttan arbeiðsdag og lagaligar arbeiðstíðir í mun til royndirnar
· Hollar og hjálpssamar starvsfelagar
· Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
· Bestu staðseting í býnum
· Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir
Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.
Umsókn
Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Vit taka ímóti umsóknum og hava samrøður so hvørt.