Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn fleiri dugnaligar mennarar
KT mennari til Microsoft D365 Business Central
Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn fleiri dugnaligar mennarar.
Vilt tú vera við í fremstu røð og menna bestu loysnirnar til føroyska vinnulívið? Vit hava ment fleiri ískoytisloysnir (apps), har Easy Collection er tann mest selda og er at finna á Microsoft AppSource.
Ljóðar hetta áhugavert vilja vit fegin hoyra frá tær.
Tú hevur
· Royndir við menning í Microsoft umhvørvinum (VS code, MSSQL v.m.)
· Útbúgving sum KT verkfrøðingur, teldustøðingur ella samsvarandi royndir
· Kunnleika til Microsoft Dynamics 365 Business Central ella aðra skipan til fíggjarstýring
· Kunnleika til web og app menning.
· Áhuga fyri PowerBI, Power Automate, Power Apps, Microsoft Azure
· Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
· Áhaldandi og miðvíst arbeiðslag
Vit bjóða tær
· Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
· Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
· Hollar og hjálpssamar starvsfelagar
· Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
· Bestu staðseting í býnum
· Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir
Um Stýr
Stýr varð stovnað í 2011 og vit eru í dag 12 ráðgevar og mennarar. Vit hava veitt loysnir og tænastur til umleið 200 kundar í Føroyum umframt 30 kundar uttanlands.
Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.
Umsókn
Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Umsóknarfreistin er 14. marts 2021.