Hvør kennir ikki støðuna, har bókhaldið biður um eina kvittan og so er hon burturmist? Stýr hevur eina ískoytisloysn, sum lættir um og talgildir ferðaavrokning og aðrar kvittanir, sum starvsfólk hava skyldu at lata bókhaldinum.
Við Stýr Ferðaavrokning kann alt hetta gerast, meðan ein er á ferð. Tú tekur bert eina mynd við telefonini, fyllir nakrar teigar út og sendir skjalið beinleiðis til bókhaldið. Tað gevur tær eitt fullfíggjað yvirlit yvir útreiðslurnar hjá fyritøkuni, beinleiðis í NAV.