Avtala við Apport Systems A/S 

Fyrst í hesum árinum varð ein avtala undirskrivað við Apport Systems A/S um, at Stýr gerst umboð í Føroyum, fyri loysnirnar til goymslustýring, frá Apport (Warehouse Management Systems, WMS). 

Apport Systems er ein framsíggin fyritøka, sum í meira enn 20 ár hevur arbeitt við at menna framkomna tøkni, sum stuðlar undir, at arbeiðið í vørugoymsluni verður gjørt bæði lættari og rættari. Óteljandi hentleikar eru við loysnini, millum annað: 

  • Voice pick 
  • Batch stýring (herímillum batchútløb) 
  • Integrera robottar 

Tað, sum Apport kemur við, er ætlað til teir kundarnar, sum vilja upp aftur longur fram á leið við at optimera vørugoymsluna og logistikkin í fyritøkuni, og sum sær fyrimunir við at hava goysmluskipanina fyri seg sjálva. Stýr fer eisini framyvir at veita goymslustýring, sum er innbygd í Business Central, tí tað er ymiskt, hvat kundar ynskja. 

Tróndur Petursson, toymisleiðari fyri ráðgevararnar í Stýr, sigur soleiðis um avtaluna: 

”Hetta er til okkara kundar, sum vilja flyta seg upp í eitt nýtt gear og fremja lagurstýring á steroidum. Til teir, sum hava eitt ynski um at náa enn meiri á logistikkøkinum, kanska tí at goymslustýring og logistikkur er ein avgerandi táttur í virkseminum, har er hetta ein framúr tøkniligur vøllur at standa á.” 

Meiri kann lesast um Apport Systems á heimasíðu teirra: Warehouse management system – WMS – Apport Systems. Hava tit áhuga í at frætta meiri um hetta, kunnu tit venda tykkum til Tóra Jacobsen, søluleiðara, á tlf. 551561 ella tlj@styr.fo.

Tíðindi