Tú hevur
- Viðkomandi KT-útbúgving
- Áhuga fyri at betra um arbeiðshættir hjá kundum
- Gott eyga fyri at finna loysnir til avbjóðingar hjá kundum
- Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
- Áhaldandi og miðvíst arbeiðslag
Vit bjóða tær
- Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
- Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
- Hjálpssamar starvsfelagar við hollum royndum
- Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
- Bestu staðseting í býnum
- Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Spurningar?
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Olgu Mariu Gullaksen, toymisleiðara fyri Power Platform – telefon 551580, teldupost omg@styr.fo. ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.
Umsókn
Umsókn við CV og prógvum verður at senda til starv@styr.fo í seinasta lagi mánadagin 19. januar 2026.






