Ert tú okkara nýggi mennari til Power Platform?

Stýr stendur í vøkstri, og virkisøkið hjá okkum fevnir eisini um amboðini á Microsoft Power Platform.

Amboðini eru:

  • Power BI
  • Power Automate
  • Power Apps
  • Power Pages
  • Power Virtual Agents

Hesi amboðini hóska sera væl saman, og tí vilja loysnirnar, ið vit menna, ofta fevna um fleiri av amboðunum.

Hevur tú royndir við Microsoft Power Platform, ella líknandi amboðum? So vilja vit fegin frætta frá tær. Vit vilja eisini fegin frætta frá tær, um hevur tú eina viðkomandi útbúgving, men manglar royndirnar.

Tú hevur

  • Viðkomandi KT-útbúgving
  • Áhuga fyri at betra um arbeiðshættir hjá kundum
  • Gott eyga fyri at finna loysnir til avbjóðingar hjá kundum
  • Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
  • Áhaldandi og miðvíst arbeiðslag

Vit bjóða tær

  • Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
  • Hjálpssamar starvsfelagar við hollum royndum
  • Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
  • Bestu staðseting í býnum
  • Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Spurningar?

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn B. Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo. ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.

Umsókn

Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Vit taka í móti umsóknum og halda samrøður so hvørt og bíða fegin eftir rætta viðkomandi.