Untitled design (41).png

Nú er hon her! – goymsluloysnin, vit hava saknað.

Microsoft Dynamics NAV hevur eitt gott goymslumodul, sum ger tað gjørligt at hava goymslustýring í fyritøkuni. Men fleiri brúkarar hava upplivað, at ávísir hentleikar kundu gjørt goymsluarbeiðið munandi lættari.

Ofta hevur loysnin verið at fingið nakrar tillagingar gjørdar ella at keypa eina triðjapartsloysn, sum liggur uttanfyri NAV. Hesar loysnir hava víst seg at vera dýrar bæði at keypa og í rakstri.

Tí hevur Stýr ment eina tráðleysa ískoytisloysn til NAV, sum fullfíggjar standard NAV goymslumodulið við hesum hentleikum:

  • Strikukotuhandfaring
  • Goymsluteljing
  • Vørumóttøku
  • Vøruútflýggjan
  • Keypsbílegging
  • Sølutilboð
  • Vøruflyting
  • Staðseting
  • Skráseting á sakir


IMG_1590.png

Við skipanini kunnu starvsfólk taka sær av dagligum mannagongdum uttan at verða bundin at eini teldu.  Skipanin koyrir á NAV appini á fartelefonini/teldlinum hjá starvsfólkunum, tað vil siga beinleiðis í NAV. Hetta er ein slóðbrótandi loysn, sum er skjót at verkseta, tí hon er samrunnin við NAV. Fleiri fyrimunir eru við tráðleysu loysnini, m.a. gerast starvsfólkini virknari, mannagongdirnar verða skjótari og goymslutølini verða neyvari. Skipanin er brúkaravinarlig, og mongdin av klikkjum og óviðkomandi upplýsingum er avmarkað mest møguligt.

 

Tróndur Petursson hevur sniðgivið loysnina og ment hana saman við starvsfeløgum á Stýr. Tróndur hevur útbúgving í supply chain managment, harundir goymslustýring, logistikk og innkeyp v.m. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir við goymslustýring og NAV frá føroyskum og donskum fyritøkum, og kennir tí goymsluarbeiði út og inn.

Ring til Trónd
á 551 559
og hoyr nærri um goymsluloysnina.