KT mennari

Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn ein dugnaligan mennara.

Stýr veitir loysnir og tænastur, grundaðar á Microsoft tøkni. Vit hava ment fleiri standard loysnir til fyritøkur og hava 150 virknar kundar í Føroyum og í Danmark. Okkara ískoytisloysn Easy Collection hevur staðið Certified for Microsoft Dynamics góðkenningina og sølan uttanlands hevur tikið dik á seg.

Tú hevur

·         Royndir við menning í Microsoft umhvørvinum (VS code, MSSQL v.m.)

·         Kunnleika til Web og app menning

·         Kunnleika til MS Dynamics NAV ella líknandi skipan.

·         Áhuga fyri KT skipanum til fíggjarstýring.

·         Útbúgving sum KT verkfrøðingur, teldustøðingur ella samsvarandi royndir

·         Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni

·         Áhaldandi og miðvíst arbeiðslag

Vit bjóða tær

·         Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum

·         Ein fjølbroyttan arbeiðsdag

·         Hollar og hjálpssamar starvsfelagar

·         Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi

·         Bestu staðseting í býnum

·         Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Spurningar?

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.

Umsókn

Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Vit taka ímóti umsóknum og halda samrøður so hvørt.


Billede1.png


Billede2.png