Arbeiðir tú við bókhaldi í Dynamics NAV (Navision)? Kundi tú hugsað tær at lært at gagnnýtt skipanina til fulnar og arbeitt smartari og meira effektivt við bókhaldi?

26. – 27. september 2018 (áður lýst 17. – 18. september) verður aftur skeið í Dynamics NAV. Hetta er fjórðu ferð, vit halda hetta vælumtókta skeiðið og aðru ferð í samstarvi við Synergi. Aftur hesuferð verður tað royndi NAV ráðgevin Súni Slættanes, sum hevur undirvísingina.

Tað er bert pláss fyri 12 luttakarum, og seinast var útselt.

Eisini verður nýtt skeið í mars 2019