Omnichannel

Aftaná 10 ár á føroyska marknaðinum hevði Expert brúk fyri eini nýggjari heildarskipan at stýra støðugt vaksandi virkseminum og vøruúrvalinum. Eini skipan, sum sjálvvirkandi helt stýr upp á kassaloysn, bókhald, goymslu og nethandil. Skipanin skuldi eisini fevna um støðugt dagførda vøruúrvalið hjá norðurlendska samstarvsfelaganum Expert og Punkt1.

data-animation-override>
Vit høvdu eina tepra tíðarætlan og evstamark kundi ikki flytast – alt skuldi jú vera klárt til føðingardagin.
— Rói Jacobsen, Stýr

Expert valdi eina loysn frá Stýr, sum kundi uppfylla øll hesi ynski við standardloysnunum Microsoft Dynamics NAV, NP Retail og Ecommerce, sum eru fult samrunnar. Harumframt varð sjálvvirkandi integratión til norðurlendska veitaran gjørd í samstarvi við KT-deildina í Noregi.

data-animation-override>
Stýr hava bestu loysnina á marknaðinum og hava gjørt arbeiðið til lítar. Teir hava eisini skilagóðar prísir, tí teir í mest møguligan mun nýta standard loysnir.
— Høgni Zachariassen, Expert

Allar vøruupplýsingar verða sjálvvirkandi lisnar inn, so starvsfólk kunnu savna seg um at vegleiða, hjálpa og avgreiða kundarnar í handlinum. Nýggjastu vøruupplýsingar verða innlisnar so hvørt, so prísur, eginleikar, vørulýsingar, goymslunøgd o.a. altíð eru 100 % dagførd. Bæði í handlinum, í nethandlinum og í bókhaldsskipanini.

data-animation-override>
Hetta er fyrstu ferð, eg havi selt eina vaskimaskinu á midnátt.

— Høgni Zachariassen, Expert

Nethandlin fevnir sostatt bæði um allar vørur, sum Expert hevur í handlinum og vørur á fjargoymsluni hjá veitaranum. Tað vil siga, at føroyski brúkarin hevur fingið lætta atgongd til eitt risastórt vøruúrval frá einum føroyskum veitara. Kundin sleppur undan at hugsa um frakt, mvg., tolling og líknandi, tí hetta hevur Expert longu avgreitt, tá ið vøran verður koyrd út, ella kundin heintar hana í handlinum.

Við nýggju Microsoft NAV heildarloysnini frá Stýr er Expert til reiðar til næstu 10 árini.

 

Vilt tú eisini hava stýr upp á tingini? 
Ring til okkum á telefon 551 550