Ert tú okkara nýggi KT-mennari?

Hevur tú hug til nýggjar og áhugaverdar avbjóðingar? Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn fleiri dugnaligar mennarar. Vit veita loysnir til fíggjarstýring í Business Central/Navision og hava ein stóran kundaskara í Føroyum og ein vaksandi kundaskara í Danmark.

Menningarumhvørvið er grundað á tøkni frá Microsoft, har tey mest brúktu amboðini eru:

    • VS Code – AL
    • DevOps
    • Docker
    • Power BI, Power Apps o.a.

Tað er ikki neyðugt, at tú hevur royndir við omanfyri nevndu tøkni frammanundan, tí vit veita holla upplæring. Hinvegin er tað umráðandi, at tú hevur hegni og áræði at seta teg inn í nýggja tøkni.

Loysnirnar hjá okkum eru serliga til tann føroyska marknaðin, men vit hava ein vaksandi kundaskara í Danmark. Tað er serliga ískoytisloysnin við FarPay, sum eitur Easy Collection, sum er blivin vælumtókt í Danmark. Hon er tøk á Microsoft AppSource.

 

Tú hevur

  • KT-útbugving ella samsvarandi royndir
  • Áhuga fyri web og app menning
  • Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
  • Áhaldandi og miðvíst arbeiðslag

Vit bjóða tær

  • Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
  • Hollar og hjálpssamar starvsfelagar
  • Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
  • Bestu staðseting í býnum
  • Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Spurningar?

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.

Umsókn

Umsókn við CV og prógvum verður at senda til rj@styr.fo. Umsóknarfreistin er 27. juni 2022. Vit taka ímóti umsóknum og halda samrøður so hvørt.