Loysnir
TOLLING
ÍSKOYTISLOYSN TIL BUSINESS CENTRAL
Tollingarloysnin er ment til fyritøkur, ið innflyta vørur úr útlondum, og hava tørv á tollavgreiðslu á ein einfaldan hátt. Við loysnini kunnu Business Central og Vinnugluggin hjá TAKS tosa beinleiðis saman.
Ordrar verða stovnaðir sum vanligt í Business Central, og til ber at áseta tollnummar, upprunland, vekt og virði á hvørja reglu. Í tollingarmodulinum skrásetir tú eina nýggja sending, har tú ásetir flutningsfelag, flutningshátt og aðrar viðkomandi upplýsingar um sendingina.
Eftir hetta knýtir tú keypsordran at tollingini og skrásetir góðsnummar. Kostnaður verður síðani roknaður fyri tær einstøku vørurnar útfrá tollnummari, upprunalandi og vekt. Hetta merkir at tú sleppur undan at finna tollnummar fram, næstu ferð tú bíleggur somu vøru.
Ordrin verður útlisin í eina fílu, sum kann innlesast í Vinnuglugganum hjá TAKS. At enda kunnu tølini frá Business Central og Vinnuglugganum samanberast fyri at vita um alt passar. Ger tað tað, verður tollingin bókað. Hetta stovnar linjur í finanskladduni, ið avgreiða flutninsfelag og TAKS. Tá ið keypsordrin verður bókaður, verða tollnummar, nettovekt og upprunaland goymd á vørukoyrtinum.
Fyrimunir
- Sparir tíð
- Lættir um arbeiðsgongdir
- Færri feilmøguleika
- Neyvari data
- Effektivari innanhýsis mannagongdir
- Lægri umsitingarligar útreiðslur
- Færri inntøppingar
- Einfaldari umsiting
Tað ber eisini til at brúka Capture Workflow til at taka ímóti talgildum rokningum umvegis FarPay ella Mín Rokning og fáa tær beinleiðis inn í NAV uttan inntøpping. Veitarin kann eisini senda upplýsingar um tollnummar, upprunaland og nettovekt, sum harvið koma beinleiðis inn í Business Central.
Er Business Central (NAV) frammanundan ein partur av fyritøkuni, er upplæringartíðin minimal og starvsfólk tykkara læra skjótt at meistra loysnina.