SKEIÐ
SKEIÐ FYRI BÓKHALDARAR

Arbeiðir tú við bókhaldi í Business Central? Kundi tú hugsað tær at lært at brúkt skipanina til fulnar, so at tú arbeiðir smartari og effektivari við bókhaldi?
Á skeiðnum lærir tú bókhald, sølu, keyp og goymslu.
Skeiðið er ætlað tær, ið dagliga arbeiðir við bókhaldi. Á skeiðnum fært tú betri innlit í bókhaldsskipanina Business Central.
Endamálið, við skeiðnum, er at geva tær betri innlit og kunnleika um bókhaldsskipanina, soleiðis at tú fært arbeitt neyvari og skjótari við bókhaldinum.
Undirvísingin verður á føroysku skipanini, og frálæran verður bæði nútíðarhóskandi og veruleikakend. Farið verður út um vanligu hentleikarnar, so tú lærir enn betri at brúka skipanina.
Næsta skeið byrjar tann xx.xx.xxxx.
Tað er pláss fyri 12 luttakarum.