NETHANDIL FRÁ STÝR

ÍSKOYTISLOYSN TIL BUSINESS CENTRAL

 

Hugsar tú um at víðka virksemið til sølu á netinum? Við einari loysn frá Stýr kann alt virksemið savnast í Business Central, so man sleppur undan eykaarbeiði til nethandilin.

nethandil

Nakrir fyrimunir eru:

    • Vørur til nethandilin og til tann vanliga handilin skulu bert stovnast einaferð
    • Lagur verður dagført til nethandilin sjálvvirkandi
    • Allir søluordrar – eisini frá nethandlinum – verða viðgjørdir í Business Central
    • Debitorar verða stovnaðir sjálvvirkandi í Business Central við ordranum frá nethandlinum

Harvið kann man sleppa undan at skifta millum fleiri platformer, tá man stovnar vørur og viðger søluordrar.

Til nethandilin eru tað nógvar ískoytisloysnir, sum kunnu leggjast afturat. MIllum annað:

    • MailChimp
    • SEO
    • TrustPilot

Tá heimasíðan er tøk á netinum, er næsta stigið at brúka amboð og miðlar til at fáa vitjandi og sølu á heimasíðuni. Eitt av amboðunum er Google Tag Manager, sum vit leggja á allar nethandlarnar. Við hesum amboðnum hjálpa vit kundum okkara við millum annað at fáa sett Google Analytics, Facebook pixel og cookie pop-up rætt upp.