Stýr hevur verið í vøkstri tey seinastu árini og tørvar tí hjálp til dagligan rakstur av køkinum.
Dámar tær at arbeiða sjálvstøðugt og í stóran mun avgera, hvussu tú skipar arbeiði? So er starvið sum Køkshjálp hjá Stýr møguliga tað rætta fyri teg.
Vit ímynda okkum, at starvið er 15-20 tímar um vikuna, men tað kann avtalast nærri við rætta umsøkjaran.
Uppgávurnar fevna um:
· Dagligt/vikuligt innkeyp til køkin
· Gera klárt til máltið á miðdegi og rudda av aftaná
· Seta kaffi og tílíkt á borðið í sambandi við fundir og taka av
Vit bjóða tær:
· Stórt sjálvræði á hvussu tú skipar arbeiði
· Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
· Arbeiðsstað á hugnaliga bryggjubakka
Um Stýr
Stýr varð stovnað í 2011 og fæst við kt-loysnir til fíggjarstýring. Vit eru í dag 15 ráðgevar og mennarar. Vit hava veitt loysnir og tænastur til umleið 200 kundar í Føroyum umframt 30 kundar uttanlands.
Spurningar?
Tú skalt verða vælkomin at spyrja nærri um starvið við at venda tær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.
Umsókn
Umsókn verður at senda til sbj@styr.fo. Umsóknarfreistin er 27. august 2021.