Loysnir
POWER AUTOMATE
Brúkar tú av og á tíð upp á óinteressantar, ella tíðarkrevjandi manuellar uppgávur? Hesar uppgávur kunnu automatiserast við Power Automate. Við Power Automate kanst tú automatisera arbeiðsgongdir, sjálvt um tær fevna um fleiri skipanir og tænastur.
Vit býta Power Automate automatiseringar í tveir bólkar:
- Cloud flows verða ment á net-applikatiónini, sum hevur alskyns automatiseringsmøguleikar fyri cloud-baseraðar skipanir og tænastur, sum t.d. Microsoft Office 365, Dynamics 365, SharePoint og OneDrive.
- Desktop flows verða gjørd í Windows forritinum Power Automate Desktop, har til ber at avgreiða reglufastar arbeiðsgongdir á telduni.
Fyrimunir við Power Automate
- Sparir tíð og pening
- Økir effektivitetin
- Betri samskifti
- Færri feilir
Bert hugflogið setir mørkini fyri, hvat tú kanst brúka Power Automate til. Til dømis:
- Monitorering av lyklatølum: Fá eini boð, tá eitt lyklatal gerst hægri/lægri enn eitt vist
- Góðkenning av skjølum
- Innsavnan av dátum frá ymiskum skipanum/heimasíðum
- Tá ein serligur teldupostur endar í teldupostinum hjá tær, skal ein listi dagførast
Kom í gongd
Hevur hetta tín áhuga? Set teg í samband við okkara ráðgevar, sum dagliga menna og ráðgeva um automatisering av arbeiðsgongdum.