Ert tú okkara nýggi fíggjarfrøðingur?

Stýr stendur í vøkstri og tørvar enn ein dugnaligan fíggjarfrøðing.

Okkara ráðgeving fevnir millum annað um uppsetan av roknskapum í Business Central og tillagingar við ískoytisloysnum. Ein av okkara vælumtóktu ískoytisloysnum er EasyCollection (FarPay) til gjaldsloysnir. Kundarnir eru sera ymiskir og hava ymiskar tørvir og tí eru arbeiðsuppgávurnar rættiliga fjølbroyttar.

Heldur tú, at hetta kundi verið nakað fyri teg, vilja vit fegin hoyra frá tær.

Stýr veitir ráðgeving og tænastur, grundaðar á Microsoft Dynamics 365 Business Central/Navision. Vit veita fíggjarráðgeving til fleiri enn 150 virknar kundar í Føroyum og í Danmark.

Tú hevur

  • Staðið HD, cand.merc., ella hevur aðra viðkomandi útbúgving og samsvarandi royndir
  • Áhuga fyri KT skipanum til fíggjarstýring
  • Áhuga fyri at betra um arbeiðshættir hjá kundum
  • Evnir og hug at seta teg inn í nýggja tøkni
  • Áhaldandi og miðvíst arbeiðslag

Vit bjóða tær

  • Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum
  • Ein fjølbroyttan arbeiðsdag
  • Hollar og hjálpssamar starvsfelagar
  • Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi
  • Bestu staðseting í býnum
  • Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Spurningar?

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.

Umsókn

Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Umsóknarfreistin er 17. januar 2022. Vit taka ímóti umsóknum og halda samrøður so hvørt.