Vælkomin til kundatiltak okkara, fríggjadagin 4. septembur, fyrrapart, á Hotel Brandan.

Aftur í ár vilja vit bjóða tykkum hjartaliga vælkomnum til eitt spennandi kundatiltak um cloud og vitlíki frá Microsoft. Á skránni eru kundafrásøgur og innsløg, við íblástri og ítøkiligari vitan, um nýggjastu tøknina, frá Microsoft.

Hetta er eitt frálíkt høvi at hoyra um nýggjar møguleikar, fáa góðan íblástur og netverka við onnur innan vinnuna, har millum annað Peter Jakobsen frá Microsoft aftur kemur á vitjan.

Peter Jakobsen – Strategiskur tøkniráðgevi hjá Microsoft Danmark

Peter Jakobsen er Partner Technology Strategist hjá Microsoft Danmark, har hann hevur ein týðandi leiklut í menningini av Dynamics 365 Business Central. Peter er klárt í oddinum innan alla ta nýggju og komandi tøknina frá Microsoft, har vitlíki spælir ein alsamt størri leiklut. Við meira enn 20 ára royndum innan NAV og Business Central, hevur Peter holla vitan um bæði tøkni og strategi innan ERP.

Endaliga skráin kemur, tá kundatiltakið nærkast.

Stað

HOTEL BRANDAN

OKNARVEGUR 2

FO -100, TÓRSHAVN

Skrá

Kemur skjótt

Tilmelding