Smásøla og Business Central –
við NaviPartner
Fríggjadagin 27. mars skipar Stýr fyri spennandi tiltaki á Panorama á Hotel Hafnia, har Ivana og Vanja frá NaviPartner fara at greiða frá kjarnuloysnini, NP Retail, sum hevur fingið alsamt størri útbreiðslu í Føroyum. Hugt verður at nýmótans og skilagóðum loysnum til smásølu. Innsløg verða eisini frá kundum og Stýr.
Byrjað verður við morgunmati klokkan 8.30. Klokkan 12.00 verður ábit og høvi verður at práta við hinar gestirnar, umframt við umboðini frá NaviPartner.
Hvar og nær?
- Dato: 27. mars 2026
- Tíð: 09:00 – 13.00
- Stað: Hotel Hafnia
Áarvegur 8, Tórshavn
Skrá:
- 08.30 – 09.00 Morgunmatur
- 09.00 – 9.10 Vælkomin – Tóri Jacobsen, Søluleiðari
- 09.10 – 10.00 Innlegg frá NaviPartner: ‘The future of retail technology’ – Vanja og Ivana
- 10.00 – 10.20 Innlegg frá Stýr um Woo Commerce nethandilin – Rói Skarðenni, Ráðgevi
- 10.20 – 10.40 Steðgur
- 10.40 – 10.55 Kundafrásøgn – Peter Mouritsen, Stjóri í Vøruhúsinum
- 10.55 – 11.15 Innlegg frá Stýr um Power BI til omnichannel dátur – Olga Maria Gullaksen – Power Platform toymisleiðari
- 11.15 – 12.00 Innlegg frá NaviPartner um loyalty – Vanja og Ivana
- 12.00 – 13.00 Matur og netverkan
Um NaviPartner
NaviPartner er ein týðandi Microsoft partnari úr Danmark, sum Stýr hevur samstarvað væl við, síðani 2012, um at útbreiða nýmótans og skilagóðar loysnir til kassaskipanir, gjaldsloysnir og nethandlar í Føroyum. Slíkar loysnir eru í støðugari menning, og NaviPartner ger nógv burtur úr at halda seg í front. Tað krevur, at vit, eins og tit, halda okkum dagførd, og tað fara tey at hjálpa okkum við.

Vanja Blagojević
Head of International Sales
NaviPartner

Ivana Biševac
BC365 Team Lead
NaviPartner
Tilmelding

Vanja Blagojević
Head of International Sales
NaviPartner

Ivana Biševac
BC365 Team Lead
NaviPartner






