
Vælkomin til kundatiltak okkara, fríggjadagin 10. oktober á Panorama á Hotel Hafnia.
Vit bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til eitt spennandi kundatiltak, har vit savna serfrøðingar úr bæði Føroyum og útheiminum. Á skránni verða bæði íblástur og ítøkilig vitan um, hvussu nýggjasta tøknin kann skapa virði og lætta um arbeiðsgongdirnar í gerandisdegnum.
Vit fáa framløgur frá:
• Peter Jakobsen, Microsoft
• Tine Staric, Companial
• Hanus á Bøgarði, Januar
Hetta er ein frálíkur møguleiki at hoyra um nýggjar møguleikar, fáa góðan íblástur og netverka við onnur innan vinnuna.

Peter Jakobsen – Strategiskur tøkniráðgevi hjá Microsoft Danmark
Peter Jakobsen er ein royndur serfrøðingur innan ERP-skipanir og arbeiðir sum Partner Technology Strategist hjá Microsoft Danmark, har hann hevur ein týðandi leiklut í menningini av Dynamics 365 Business Central.
Við meira enn 20 ára royndum innan NAV og Business Central, hevur Peter holla vitan um bæði tøkni og strategi innan ERP. Áðrenn hann kom til Microsoft, arbeiddi hann við Dynamics-skipanum hjá veitarum og hevur tí góða fatan av tørvi hjá kundum og avbjóðingum hjá samstarvsfeløgum.
Tine Starič – Microsoft MVP og Software Architect hjá Companial
Tine Starič er Microsoft MVP innan Business Applications og arbeiðir sum Software Architect hjá Companial í Vilnius, Litava. Hann hevur arbeitt innan Dynamics NAV og Business Central síðani 2015 og hevur arbeitt við kundum, veitarum (VARs) og sjálvstøðugum veitarum (ISVs) kring heimin.Tine er kendur fyri at arbeiða við modernaðum tólum og automatisering, fyri at sleppa undan monotoni og fremja kreativt og virðismikið arbeiði.
Hann heldur fyrilestrar og bloggar um evni sum:
• Prompt Engineering og nýtsla av generativum AI.
• Trygd og autentisering í Business Central.
• Power Automate og feilhandfaring.
• Azure Blob Storage og skýggjaloysnir.
Mark Stewart Pedersen – Stovnari og eigari av NaviPartner
Mark Stewart Pedersen er danskur íverkseti og stovnari av NaviPartner, ein fyritøka í Keypmannahavn, sum veitir end-to-end software-loysnir til handilsvinnuna. Hann byrjaði sítt virkna lív í vinnuni í 1999 og hevur síðani verið ein týðandi leikari innan retail skipanir og Microsoft Dynamics 365 Business Central.
NaviPartner hevur:
• Eitt gott samstarv við Microsoft sum Dynamics 365-partnari.
• Fokus á talgilding og snildar handilsloysnir, við kundar í Danmark og altjóða.
Mark hevur verið virkin í vinnuni í meira enn 30 ár, og hansara arbeiði hevur havt stóran týdning fyri menningina av ERP-loysnum á norðurlendska marknaðinum.
Hanus á Bøgarði – KT-grannskoðari hjá Januar P/F
Hanus á Bøgarði er KT-grannskoðari hjá Januar P/F og serfrøðingur innan dátuvernd og KT-trygd. Hann hevur altjóða góðkenningina CIPP/E og arbeiðir dagliga við at tryggja, at fyritøkur fylgja GDPR og aðrar reglur um dátuvernd. Við sínum fakliga innliti og praktisku royndum fer Hanus at deila týdningarmikil sjónarmið um, hvussu vit kunnu verja okkara dátur og styrkja KT-trygdina í føroyskum virksemi.