Seinast dagført: 26. august 2025
STÝR ( “Vit”, “okkum”, “okkara”), hevur skyldu til at verja tínar persónsupplýsingar. Hendan kunning greiðir frá, hvussu STÝR savnar, varðveitir, viðger og letur víðari tínar persónsupplýsingar, samsvarandi dátuverndarlógina.
STÝR er í høvuðsheitum dátuviðgeri í sambandi við veiting av Business Central og øðrum KT-skipanum, og er dátuábyrgdari í sambandi við egna kunda- og veitarastýring, handfaring av starvsumsóknum, marknaðarføring og umsiting av heimasíðuni.
Dátuábyrgdari
Tann løgfrøðiliga eindin, sum hevur ábyrgd av viðgerð av persónsupplýsingum hjá STÝR er:
Sp/f Stýr
undir Bryggjubakka13
100 Tórshavn
+298 551 550
Okkara viðgerð av persónsupplýsingum sum dátuábyrgdari
Starvsumsóknir
Endamálið við viðgerðini er at kunna viðgera starvsumsóknir, umframt at meta um førleikarnar hjá umsøkjara til eitt møguligt starv hjá STÝR.
Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara viðger og meting av umsóknunum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Vit viðgera vanliga navn, bústað og samskiftisupplýsingar, CV og starvsroyndir, umframt próvtøl og aðrar upplýsingar, sum umsøkjari velur at lata okkum. Vit kunnu eisini nýta aðrar alment atkomuligar persónsupplýsingar, sum partur av okkara viðgerð av starvsumsóknum.
Starvsumsóknir verða strikaðar, eftir at setanartilgongdin er liðug, ella innan 2 ár frá móttøku av starvsumsóknini.
Kunda og veitarafyrisiting
Okkara kunda- og veitarafyrisiting er skipað, til tess at kunna veita okkara kundum Business Central og aðrar KT-tænastur, umframt at skipað vanliga kunda- og veitarafyrisiting annars.
Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini, ið er at kunna røkja okkara kunda- og veitarasamstørv, umframt at veita tænastur í hesum sambandi.
Vit viðgera vanligar upplýsingar um kundar og veitarar, umframt persónsupplýsingar um starvsfólk teirra, herundir navn, starvsheiti, arbeiðsgevari, teldupostur og tlf. nr.
Vit kunnu varðveita upplýsingar, undir hesum ávísar persónsupplýsingar, so leingi kunda- og veitarasamstarvið heldur fram.
Okkara arbeiði at eftirlíka rættarligum skyldum
STÝR viðger ymiskar persónsupplýsingar, tá hetta er ásett í lóg, dómi ella sambært myndugleikaavgerð. Í hesum sambandi, hava vit eina rættarliga skyldu at eftirlíka galdandi reglum, sum m.a. kunnu umfata skyldir viðvíkjandi bókhaldslógini og øðrum vinnufelagslógum.
Okkara arbeiði at eftirlíka rættarligum skyldum kann umfata tær persónsupplýsingar, sum viðkomandi lóg, dómur ella myndugleikaavgerð áleggur okkum at viðgera. Viðgjørdar persónsupplýsingar kunnu m.a. umfata navn og samskiftisupplýsingar, ella upplýsingar um keyp av KT-tænastum.
Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu eftirlíka teimum rættarligum skyldum, sum eru álagdar okkum at fylgja sbrt. § 8, stk. 1, nr. 3 í dátuverndarlógini.
Vit varðveita upplýsingarnar, so leingi hetta er neyðugt fyri at eftirlíka teimum rættarligu skyldunum, sum eru álagdar okkum at fylgja. Varðveitslutíðarskeiðið kann sostatt verða ymiskt, alt eftir, hvør skyldan er, ella hvat viðkomandi mál snýr seg um.
Vitjandi á heimasíðuni
Okkara heimasíða styr.fo nýtir ymisk farspor til fylgjandi endamál.
Neyðug farspor: Síðan nýtir ymisk neyðug farspor við støði í okkara heimilaða áhugamáli sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini, til tess at tryggja virknaðin av eini hóskandi nettrygd á síðuni.
Sjálvboðin farspor: Um tann vitjandi gevur samtykki til tess sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini, kunnu vit nýta onnur farspor til at betra um brúkaraupplivingina, til hagtals- og greiningarendamál, ella til marknaðarføring.
Við nýtslu av farsporum, kann síðan skráseta og viðgera IP adressu, upplýsingar um kaga og tóleind, umframt upplýsingar um ferðslu á heimasíðuni.
Ávís farspor verða ikki varðveitt, men einans nýtt, meðan tú vitjar heimasíðuna, onnur farspor kunnu verða varðveitt upp til 400 dagar.
Móttakarar av persónsupplýsingum
Í sambandi við innanhýsis kunda- og veitarafyrisiting, nýta vit ymiskar KT-skipanir, og kunnu lata persónsupplýsingar til annan KT-veitara, sum viðger hesar, okkara vegna. Tá uttanhýsis KT-veitarar viðgera persónsupplýsingar, vegna okkum, har vit hava ábyrgd av upplýsingunum, tryggja vit, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina hóskandi dátuvernd.
Vit kunnu eisini lata øðrum samstarvsparti, grannskoðara ella almennum myndugleika viðkomandi persónsupplýsingar, í tann mun, tað er neyðugt fyri at halda galdandi lóggávu.
Flutningur av persónsupplýsingum til triðjalond
Sum meginregla verða persónsupplýsingar ikki fluttar beinleiðis til triðjalond. Vit kunnu tó nýta útvaldar KT-veitarar, har viðger av persónsupplýsingum fer fram í triðjalandi, undir hesum í USA. Í tílíkum førum tryggja vit, at avtalur, samsvarandi standardásetingunum, verða gjørdar við veitaran.
Viðgerð vegna okkara kundar (dátuviðgerð)
Tá STÝR veitir Business Central og aðrar KT-tænastur til okkara kundar, er STÝR burturav dátuviðgeri, og viðger persónsupplýsingar vegna kundan, til hansara endamál og eftir boðum frá kundanum, við støði í dátuviðgerðaravtalu millum STÝR og kundan.
Í hesum førum, er okkara kundi dátuábyrgdari, og hevur ábyrgdina av, at geva hóskandi kunning til teirra skrásetta, um hvussu teirra persónupplýsingar verða viðgjørdar, og hvørji rættindi skrásetti hevur.
Um STÝR viðger tínar persónsupplýsingar, sum partur av veiting av KT-tænastum til ein kunda, mæla vit tær til at seta teg beinleiðis í samband við viðkomandi dátuábyrgdara, um tú hevur spurningar, ella vilt nýta tíni rættindi sbrt. dátuverndarlógini.
Kunningartrygd og dátuvernd
Til tess at verja trúnaðin, rættleikan og atgeingi á tínum persónsupplýsingum, hevur STÝR skipað sína kunningartrygd og dátuvernd við støði í ISO/IEC 27001:2022, umframt at hóskandi tøknilig og bygnaðarlig trygdartiltøk eru sett í verk og verða hildin við líka.
Tíni rættindi
Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini, sum STÝR hevur skyldu til at fylgja, um treytirnar fyri hesum annars eru uppfyltar.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í, hvørjar persónsupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónsupplýsingar rættaðar. Vilt tú hava, at tínar persónsupplýsingar verða strikaðar, og at STÝR avmarkar viðgerðina av tínum persónsupplýsingum, ella nýtir tín rætt til dátuflutning, ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tá vit viðgera persónsupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur, kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.
Samband og kæra
Hevur tú spurningar um okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, ella vilt tú nýta tíni rættindi, sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Sp/f Stýr
undir Bryggjubakka13
100 Tórshavn
+298 551 550
Ætlar tú at kæra um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til datuvernd@styr.fo. og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.
Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo