Vælkomin til kundatiltak okkara, fríggjadagin 27. september á Panorama á Hotel Hafnia.
Í fjør var ein væleydnaður kundadagur, og í ár verður hann endurtikin. Ístaðin fyri at seta ein heilan dag av, er skráin tó sett øðrvísi saman, soleiðis at hann verður hildin ein fyrrapart.
Peter Jakobsen, frá Microsoft, kemur til Føroya og fer at greiða frá ymiskum nýggjum og spennandi innan Business Central og Power-platformin. Eisini verður sjóneykan sett á grønan roknskap. Eitt umboð frá BeWo fer at greiða frá, hvussu CO2 rapportering kann gerast sjálvvirkandi út frá Business Central.
Vit fara bæði at tosa um tey stóru rákini innan Cloud Computing, vitlíki og at vísa fleiri ítøkiligar loysnir, sum kunnu hjálpa tykkum við rakstrinum, lætta um arbeiðsgongdir og veita eina enn betri tænastu.