Dynamics NAV/BC ráðgevi                                      

Stýr stendur í vøkstri og vit taka væl ímóti umsóknum til starv sum ráðgeva.

Stýr veitir loysnir og tænastur, grundaðar á MS Dynamics NAV/BC. Vit hava ment fleiri ískoytisloysnir til Dynamics NAV/BC standard skipanina og hava fleiri enn 150 virknar kundar í Føroyum og í Danmark. Okkara ískoytisloysn Easy Collection hevur staðið Certified for Microsoft Dynamics góðkenningina og sølan uttanlands hevur tikið dik á seg.

Tú hevur

·         Royndir við MS Dynamics NAV ella líknandi skipan.

·         Innlit í arbeiðsgongdir innan eitt nú: Keyp, sølu og CRM, goymslu, bókhald og roknskap.

·         Hegni og hug at fáast við KT loysnir.

·         Útbúgving innan handil, roknskap og/ella KT, t.d. á bachelor stigi.

·         Evnir at seta teg inn í avbjóðingar kundans og finna loysnir.

·         Royndir við samskipan ella verkætlanarleiðslu.

·         Fyrikomandi og jaligt lyndi

Vit bjóða tær

·         Møguleika at mennast og vaksa við uppgávunum

·         Ein fjølbroyttan arbeiðsdag

·         Hollar og hjálpssamar starvsfelagar

·         Eitt óformligt og vinaligt arbeiðsumhvørvi

·         Bestu staðseting í býnum

·         Kappingarføra løn og aðrar góðar treytir

Spurningar?

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Snæbjørn Jacobsen, stjóra – telefon 551551, teldupost sbj@styr.fo ella Róa Jacobsen, rakstrarleiðara – telefon 551554, teldupost rj@styr.fo.

Umsókn

Umsókn við CV og prógvum verður at senda til sbj@styr.fo. Vit taka ímóti umsóknum og halda samrøður so hvørt.


Billede1.png


Billede2.png